Grund 2
110,00 kr. 120,00 kr.
Rithøvundur: Steinbjørn B. Jacobsen
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Grund 2
Frágreiðing: Myndir: Grafik Studio
Evni: Endurminningar
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2005
Síður: 277
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at gangaí realskúla og endar tá ið Fólkafylkingin móti EEC verður stovnað.
Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga írealskúla. Hann lýsir skúlalívið og ymiskt, ið hendi hesi árini á Tvøroyri. Í frítíðini er hann ífeitilendi, úti og skjýtur fugl og eisini í Lítlu Dímun og fleygar lunda. So fer hann til skips;fyrst við Yvonnu, síðan undir Grønlandi við línu og snøri og seinni á sild. Síðan við íslendskum útróðrarbáti og trolara.
Við virðing og eymleika lýsir hann bygdamenn og skipsfelagar og skrivar livandi um lívið umborð á bæði danguni, útróðrarbátinum og trolaranum. Fyri lesara, ið ikki hevur upplivaðslupplívið og bara hoyrt um línu- og snørisfiskiskapin undir Grønlandi og sildafiskiskapin viðgørnum undir Føroyum, er hetta stak áhugaverdur lesnaður. Eisini lýsingin av útróðri íÍslandi og trolaralívið har, sum mangir føroyingar upplivdu í fimtiárunum.Hann fer so til Danmarkar at lesa til lærara, og bókin endar, tá ið hann við konu og nýføðingivendir aftur Føroya at starvast sum lærari.






