

GÁVAN
199,00 kr. 249,00 kr.
Rithøvundur: Emma Virke
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: GÁVAN
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Sanna Andrassardóttir Dahl
Teknari: Emelie Östergren
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2026
Síður: 0
Myndir: Ja
Bókaklubba: Ja
- Vørulýsing
Vørulýsing
Voff! Voff!
Tora tit at koma við?
Tað sær so spennandi út!
Vælkomin til GÁVUNA – hetta er ein bók, sum er ólík øllum øðrum bókum! Fyrst bjóðar bókin inn í føðingardagin hjá Billu. Men vit eru komin ov seint. Allir gestirnir eru farnir, og allar gávurnareru latnar upp. Uttan ein! Ein gáva krógvar seg í kamarinum hjá Billu … Tað vísir seg at vera einkeðilig gomul bók, um ein drong, sum eitur Kláus og livir í einari aðrari tíð. Men bókin er kanska ikki so keðilig hóast alt, tí Kláus hevur eisini føðingardag, og hann hevur eisini fingið eina bókí føðingardagsgávu. Bókin hjá Kláus snýr seg um hundin Pim, sum hann hevði ynskt sær, so leingi sum hann mintist. Í endanum av bókini grevur Pim seg út úr bókini og inn í heimin hjá Kláusi! Og samanleypa Kláus og Pim víðari inn í heimin hjá Billu og út í okkara heim! Hvussu alt endar? Spyr heldur, um hendan bókin yvirhøvur ENDAR!
Emma Virke og Emelie Östergren hava við Gávuni skapt naka heilt serstakt: eina bók við trimumymiskum bókum í ymiskari stødd. Tilsamans siga tær søguna, um hvussu søgur skapa nýggjar søgur ogliva víðari langt eftir, at síðsta síðan er lisin.




