13 í longsli
Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.
7 dagar í helviti
Tá ið KT-depilin í 2008 skipaði fyri søgukapping fyri næmingum í 7. og 8. flokki, var ein søga, ið skaraði framúr. Dómsnevndin var samd um, at hetta var ein framúrskarandi rithøvundur, ið skrivað hevði.
Á motorsúkklu á nátt
Foreldur høvuðsdrongin eru rýmd og hava latið hann vera eftir hjá einum gubba, sum er ólukkudýr og bara drekkur. Drongurin veit at hann eigur ein stórabeiggja sum hvarv á motorsúkklu og ein dagin kemur beiggin aftur á eini stórari Harley Davidson.
Advent
Advent er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgissveinar, hundin, Leo, og geldseyðin, Eitil, ið er slóðarin góður.Á 27.undi ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistarliga greiðir høvundin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts uttan at fella í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki.
Afgansku synirnir (36)
Rebekka er akkurát byrjað at arbeiða á sambýlinum. Hon hevur verið á innleiðslu skeiðinum og fylgir øllum reglunum, sum standa í mappuni. Hvønn dag møtir hon Ahmed, sum dansar við lendunum, Hamid, sum hevur eitt bræv frá Útlendingastovuni liggjandi á náttborðinum og Zaher, tann nýggjasti á sambýlinum, sum flytur seg kvirt eftir gongunum í sínum glitrutu sandalum. Rebekka roynir at halda eina fjarstøðu ímillum seg og dreingirnar, ikki koma ov tætt uppá.
Agnas Silja
Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Álit - Karanabreytin, loggbók 2 (20)
Saga er farin til gongustjørnuna Kamenia, har Almaz fúrsti ræður fyri borgum, og saman við henni eru omman og sendiboðið frá Samveldinum. Tey koma við boðunum um dómin hjá Tí ovasta Sirklinum til ráðandi fúrstan: Gevst við hersetingini av Hvítoynni, ella verður tú revsaður. Tíverri gongst ikki eftir ætlan, fúrstarnir eru fíggindaliga sinnaðir, og Saga flýggjar við lívinum í vanda á einari fremmandari gongustjørnu. Er tað nakar av teimum trúføstu tænarunum hjá fúrstunum, ið vil hjálpa henni?
Alt sum telur
Petru dámar væl makað tøl, tí tey skapa javnvág í alheiminum, men hon verður í ørviti av pi. Steffan á Námsfrøðiligu og Sálarligu Ráðgevingini sigur,at Petra hevur gandakendar tankar, og at hon skal bjóða óttanum av. Vinkonan Melika er flóttafólk og saknar beiggja sín, sum kanska er heimsborgari. Petra – ella loyniumboð Pi – setur sær fyri at brúka gandakendar tankar til at fáa hann heim til Noregs.
Andafjakkari
Andskræmiliga søgan um lítla hann (28)
Onkuntíð er gott at vera bangin... Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðsins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin - klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru...
Angin av vanilju
Omma Siri hevur krabbamein og gerst sjúkari og sjúkari, og floksfelagin, Coco, roynir at hjálpa Siri at fáa megina til at venda sjúkragongdini. Eitt undur skal henda, so at omma Siri ikki skal doyggja. Men undur kosta. Hvør er Coco? Hjálpir hann Siri, ella hjálpir hann henni ikki? Hon ivast, men verður alsamt meira hugtikin av tí løgna Coco, sum ger alt fyri at koma í samband við hana.
Anja biddarabarn í Moskva
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Anselmo
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva í Mosambik. Hon og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er um tann drúgva vegin aftur til frið.
Artemis Fowl - niður og norð-2
Askur og Embla
At liva í allar ævir
Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður. Soleiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hesi sera hjartanemandi og samstundis lívsjáttandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóðkrabbamein.















