, , , , ,

UNG: Summarið, tá alt hendi

Eyguni á Abbas skyggja ímóti mær. Tey eru allarvakrast seinnapartin, tá ljósið ikki er so bjart. Tá sært tú, hvussu grøn tey eru, sum smaragdar ella vaskipulvur.

199,00 kr. 249,00 kr.
Kemur skjótt
, , , , ,

6-8 ÁR: Surr

Hon kennir seg øðrvísi og hevur ilt við

at savna tankarnar í skúlanum og heima.

Teir surra sum vespur. Men hon dugir

at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar,

gerast vespurnar til firvaldar.

 

Upprunaføroysk bók: Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.

179,00 kr. 225,00 kr.
Kemur skjótt
, , , , ,

9-12 ÁR: Ásgarður

Hevur tú hoyrt søguna um, hvussu Óðin skræddi sítt egna eyga úr? Ella hana um Loka, sum setti høvdið í veð? Veitst tú, hvør Fenrisúlvurin er, og hvat hendi, tá jørðin gekk undir í ragnarøkum? Og torir tú at vitja gudinnuna Hel niðri í Helheimi?

 

Kom við á ævintýraferð millum æsir, jatnir og undur. Tað verður spennandi, stuttligt og óhugnaligt. Vælkomin til Ásgarð!

190,00 kr. 238,00 kr.
Kemur skjótt
, , , ,

3-5 ÁR: Hvar er hvíti?

Seyðir eru floksdýr.

Tað merkir, at teir gera tað sama samstundis. Teir eta saman og sparla í senn. Teir sova, droyma og renna saman. Og teir hyggja at tokinum fara framvið.

Tað gera teir hvønn dag. Allir samlir. Ikki so, Hvíti?

 

Ein stuttlig søga (og leitibók) um ein seyð,

sum ikki altíð fylgir fjøldini.

159,00 kr. 199,00 kr.
Kemur skjótt
, , , , ,

0-2 ÁR: Kann eg sita í miðjuni?

„Kom, vit fara at lesa eina bók!“ rópar barnið

og skjótt sita øll í sofuni:

sebran, kettan, barnið, hamstrarin og leyvan.

Nú kunnu vit byrja.

„Bíða!“ gneggjar sebran. „Storkurin manglar!“

Har kemur hann.

Soleiðis, nú kunnu vit byrja – ella kunnu vit?

 

Ein stuttlig og rokalig søga um løtuna, tá vit lesa saman.

115,00 kr. 145,00 kr.
Kemur skjótt