, , , , , ,

Áh Óh

Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki. Men ein dagin tímir Lundapisan ikki meir. Hon er ill og sparkar eggið. Tað fer rullandi úr holuni, oman eftir bakkanum og steðgar ikki fyrr enn heilt úti á eggini. ÁH ÓH! Hvat nú?

68,00 kr. 79,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Áh Óh - mánin!

Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!

68,00 kr. 79,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Álvur Ákason, sniðskorin (30)

Álvur Ákason er ein kendur og høgt elskaður vinur úr bókaverðini. Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv, vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar.

66,00 kr. 75,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , , , ,

Barnasangbók Føroya

Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar.

220,00 kr. 248,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Djór á bóndagarðinum (24)

Hvat siga øll djórini á bóndagarðinum? Nert við tey og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum. Til allar lítlar djóravinir!

150,00 kr. 160,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Djór á bønum (24)

Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum. Til allar lítlar djóravinir!

150,00 kr. 168,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Eg elski teg, nert og føl (32)

Ein frálík bók til tey smáu børnini, sum vit elska! Kínið teimum bleytu bamsunum og mjúku kaninunum, ímeðan tit klemmast og lesa.

85,00 kr. 95,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Eg vil eisini!

Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!

170,00 kr. 185,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fantus - Fílur og maskinurnar (42)

Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru. Hvat ger tann stóri, REYÐI brandbilurin? Tann BLÁI traktorurin? Ella tann GULA gravkúgvin? Ein stuttlig og litrík bók úr sterkum pappi til tey allarminstu

75,00 kr. 90,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Fantus - Her er fílur (40)

FYLG FÍLI ÍGJØGNUM EIN HEILAN DAG, FRÁ MORGNI TIL MYRKURS! Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum børnini kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi og sum er stuttligt at finna, peika á, seta orð á og tosa um. Ein stuttlig og lærurík peikibók við klaffum á øllum síðum. Kendur úr sendingini Smábørn í KVF

99,00 kr. 110,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fílurin, sum so fegin vildi sovna

Fílurin, sum so fegin vildi sovna, er tann leingi væntaða onnur bókin, ið nýtir sálarfrøðiligar hættir at fáa barn títt at sovna, og sum verður róst av foreldrum, ið hava roynt hana. "Enntá betri enn Kaninin, sum so fegin vildi sovna." "Gott við einari at skifta við." "Nýtist bara at lesa nakrar fáar síður, so havi eg eitt sovandi barn." "Ein nyttulig bók heima hjá okkum."

111,00 kr. 126,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Fitta kiskan (20)

Lítla barnið sær eina kisku. Sum hon er fitt! Kiskan ger so nógv stuttligt og er so sera mjúk.

85,00 kr. 98,00 kr.
Legg í kurv