, , , , ,

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara. Aftast eru løgini til sangirnir, sum sungnir verða í Kardamummubýnum.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Álvur og litirnir

Álvur sær litir allastaðni, har hann hyggur. 

Troyggjan, himmalin, nissuhúgvan og kakublikkið hjá ommuni hava ymsan lit.

Stavar frá upprunaligu Álvur Ákason-verkunum, sum Gunilla Bergström skrivaði og myndprýddi.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Elvin Griff Agentur 7 - Flýggjanin til fongslið

Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tá onkur kennir tey aftur, mugu tey leypa út av einum fjalli á einum flogdreka fyri at sleppa undan at verða fangað. Tann sveimandi túrurin endar beint við eitt fongsul. Og kann mann veruliga bróta inn í eitt fongsul?

Elvin og Lýdia eru í vandamiklastu avbjóðingunum, tey nakrantíð hava verið í.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Serstaki Einar

Einar er ikki sum tey flestu. Men høvdu øll verið eins, høvdu menniskjuni kett seg og doyð út. Tað er Einar vísur í. So hann vil nógv heldur hava downsyndrom.

Men honum dámar ikki so væl at tveita steinar á vindeygu. Ella at fáa Illa-Lars at flippa út. Hvat um tað ber til at venda øllum upp og niður? Gera okkurt, sum eingin annar hevur klárað at gjørt fyrr?

Ein bók um stórt dirvi, serstøk vinaløg og eitt eyka kromosom.

249,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda

Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.
„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.
„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Einhyrningaskúlin 2

Beinta og Eldsól elska at vera í Einhyrningaskúlanum. Tað er tað perfekta staðið at hava tað stuttligt og at vera eitt sindur gellutar.
Tað gandakenda Gliturvatnið er um at frysta til ís, og um tað hendir, má skúlin steingjast. Tað má ikki henda! Beinta og Eldsól seta sær fyri at bjarga Gliturvatninum og allari Einhyrningaoynni.

140,00 kr. 175,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mín Jólabók 2023 (21)

Ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók viå fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.

220,00 kr. 250,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Ein nátt í Betlehem (19)

Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógva seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað. Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein serlig nátt.

170,00 kr. 185,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Jólini koma í mumidalin (21)

Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: okkurt hvítt og løgið liggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum. Tað er okkurt, sum tykist bæði løgið og vandamikið, og tað kallast Jólini.

165,00 kr. 180,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Hin svanga ormveran (24)

Henda hugnaliga jólasøgan hevur stuttlig rím og er full í klaffum at lyfta og slóðum, sum barnið kann fylgja við fingrunum.

150,00 kr. 168,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Harry Potter Gandaálmanakkin

Sveima avstað til gandaheimin hjá Harry Potter. Uppliv ótrúlig støð, granska gandastavslæru, møt undursomum djórum og lær um gandafólkini, sum livdu. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her! Hvussu nógvar trappur eru í Hogwarts? Hvør hevur ein svan sum patronus? Hvat hevur Hagrid í lummanum? Hvar kanst tú keypa eina pygmepístru?

280,00 kr. 300,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

MIST KALL (10)

Ein mánað aftan á 22. juli fara Rebekka og Fariba í miðnámsskúla. Fariba teknar seg sum lim í AUF, og Rebekka hevur nógv um oyruni: kabarettina, Daniel við krúllunum, ball, skúla og vinir. Trupulleikin er bara, at Rebekka alla tíð hugsar um tað, sum hendi. Mist kall er ein grafisk skaldsøga um yvirgangsatsóknina á Utøya, um lívið aftaná og um øll tey, sum vit sakna, hóast vit ongantíð lærdu tey at kenna.

280,00 kr. 298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Toran gongur (12)

Øll í húsinum hava hvør síni arr, sum pína tey. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum. Innan fyri sjalini fjala Enara og dóttirin Sirje síni stóru loyndarmál. Sorg og einsemi hava tikið allar litir úr verðini hjá unga Viktori. Gamli klaver­ leikarin madam Iris hevur mist tónleikin í sínum lívi. Ein dagin bjóðar fimtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum.

240,00 kr. 260,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Kanningarbólkurin 4 - Kavafresaraduellin (70)

Teir stóru og óhugnaligu kavafresararnir hava noytt kavasópararnar niður av fjallatoppinum, har teir búgva. Ella og Felix mugu hjálpa teimum í stríðnum at sleppa heim aftur. Tað verður ísakalt og ræðuliga farligt, men Kanningarbólkurin veit akkurát, hvat skal gerast!

140,00 kr. 160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Mín!

Í dag kemur Niklas heim til okkum at spæla, sigur mamma. Hann sleppur ikki at læna íkornan, sigur Sally, - Hann er bara mín. Niklas sleppur ikki at læna tokið, parkeringshúsið, sjónvarpið ella vesið. Og ímynda tær, um hann vil læna mammu Sally?! Tað sleppur hann í øllum førum ikki!

160,00 kr. 178,00 kr.
Legg í kurv