Ofta settir spurningar (O.S.S.)
Vit hava savnað teir mest vanligu spurningarnar her. Finnur tú ikki svarið, so send okkum ein teldupost á bokaklubbin@bokaklubbin.fo, so hjálpa vit tær fegin!
Um limaskapin
Tað kostar einki at verða limur í Bókaklubbanum. Tú rindar einans fyri tær bøkur, tú velur at fáa.
Sum limur fært tú millum 5-8 klubbabøkur um árið.
Sum limur í Bókaklubbin UNG fært tú fimm klubbabøkur um árið.
Tú fært sjálvandi møguleika at velja, um tú vilt hava bókina ella ikki. (Av og á er tað ein røð við tveimum bókum, sum kemur út. Tá er møguleiki at boða frá, um man einans vil hava aðra bókina heldur enn báðar tvær)
Tú kanst hava pausu í upp til trý umfør í senn. Tað merkir, at tú kanst bíða við at fáa klubbabøkur í eina tíð, uttan at limaskapurin verður strikaður. Tað ber tó ikki til at vera limur, uttan at fáa bøkur yvirhøvur.
Tú kanst strika limaskapin á heimasíðuni við at rita inn á tín vanga og strika haldið har.
Um tú ynskir at strika limaskapin gjøgnum teldupost, kanst tú senda ein teldupost til bokaklubbin@bokaklubbin.fo og boða frá, at tú ynskir at strika haldið.
Minnist til at viðmerkja limanummar og navn á liminum. Um tú ikki veitst limanummarið, kanst tú í staðin upplýsa føðingardagin hjá liminum og navn á liminum.
Klubbabøkurnar verða valdar av Bókaklubbanum við støði í aldurssamsvarandi innihaldi og góðsku. Tú kanst tó velja at skifta eina klubbabók út við eina aðra bók frá okkara úrvali, um tú vilt hava nakað annað.
Um tú ikki ynskir eina ávísa klubbabók, ber til at frámelda hana áðrenn ávístu freist.
Tú fært boð, áðrenn bókin verður send, soleiðis at tú kanst gera av, um tú vilt hava hana ella ikki.
Nethandilin og innritan
Um tú ikki ynskir at fáa eina klubbabók, ber til at skifta hana út við eina aðra bók frá okkara úrvali. Tú kanst gera hetta á bokaklubbin.fo við at rita inn á tín vanga og velja eina aðra bók.
Minst til at gera broytingina innan ásettu freistina, sum tú fært boð um í telduposti ella á heimasíðuni.
Tú kanst keypa bøkur beinleiðis á bokaklubbin.fo, har tú kanst velja úr meira enn 1000 føroyskum bókum.
(GG! Tað eru einans virknir limir í Bókaklubbanum, sum kunna keypa á heimasíðuni)
Bøkurnar kosta altíð minni enn í bókahandlunum og tá verða tær sendar beinleiðis heim til tín.
Sum limur í Bókaklubbanum fært tú eisini javnan atgongd til serlig tilboð og avsláttur.
Um tú hevur trupulleikar við at rita inn á bokaklubbin.fo, royn fyrst hetta:
1.Tryggja tær, at tú brúkar rættan teldupost og loyniorð.
2.Royn at endurnýggja loyniorðið við at trýsta á “Gloymt loyniorð” á innritanarsíðuni.
3.Um trupulleikin heldur fram, set teg í samband við okkum á bokaklubbin@bokaklubbin.fo ella umvegis telefon, so vit kunnu hjálpa tær.
Flestu broytingar í limaskapinum skulu gerast við at senda ein teldupost til bokaklubbin@bokaklubbin.fo
Tað er umráðandi at viðmerkja limanummar, navn og føðingardag hjá liminum.
Limir uttanlandað
Tað ber til at vera limur í Bókaklubbanum, hóast tú ert búsitandi uttanlands. Við stuðli frá Føroya Banka og Smyril Line rinda limir í útlandinum ikki fyri flutning úr Føroyum og gjalda sostatt sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum.
Hevur tú útlendskan banka, skal tú einans viðmerkja tað tá tú meldar til. So senda vit tær eina leinkju, har tú kanst skráseta kortupplýsingarnar hjá tær, og sostatt verður kortið knýtt at gjaldsskipanini.
Nei, við stuðli frá Føroya Banka og Smyril Line er flutningurin úr Føroyum ókeypis fyri limir uttanlands, og tú rindar sama prís fyri bøkurnar sum limir í Føroyum.
Bókaklubbin sendir fimm/átta umfør av klubbabókum út um árið. Bøkurnar verða sendar eftir einum ávísum tíðarbili, og tú fært boð áðrenn hvørja sending.
Tú kanst eisini fylgja við her, so sært tú fyribils Bókaklubba-ætlanina fyri bókaárið 2025.
Gjaldsskipanin og Eskjal
Gjaldið fyri klubbabøkur verður sjálvvirkandi trekt av konto tínari, um tú hevur eina virkaða gjaldsskipan knýtta at tínum limahaldið. Hevur tú ikki gjaldsskipan, verður ein faktura sendur á tín teldupost.
Um tú frámeldar gjaldsskipanina, verður tú biðin um at boða frá hesum, so vit kunnu senda tær ein faktura í staðin.
Tú fært altíð bøkurnar áðrenn gjaldið verður trekt; til dømis verða bøkur, sum tú fært í februar, goldnar í mars.
Við góðum stuðli frá LÍV, Føroya Banka og Smyril Line, hava vit møguleikan at veita limunum ókeypis flutning. Limirnir rinda ikki eyka fyri flutning. Bøkurnar kosta altíð minni enn í bókahandlunum og verða sendar beinleiðis til tín.
Hava limir ikki tekna seg til gjaldskipanina, kemur rokning til teirra umvegis E-SKJAL. Tá krevst at kundin fylgir væl við, og at goldið verður til tíðina. Ynskir man at fáa E-Skjal samstundis sum man er tilmeldaður gjaldsskipanina, er umráðandi, at man ikki kemur til at gjalda fyri somu bók tvær ferðir (t.e. við sjálvvirkandi gjaldsskipanini, og manuelt við E-skjal.
Systkin
Tá systkin eru limir í Bókaklubbanum, fáa tit 20% í avsláttri av bíligaru bókini.
Dømi: um tit hava tvey børn, sum eru 7 og 3 ár, so fær yngra systkini bókina “Gávan” næstu ferð. Hon kostar 199 kr í klubbanum, vanligur prísur er 249 kr.
Eldra systkini fær síðan “Kanningarbólkurin 7”, sum kostar 150 kr í klubbanum, vanligur prísur er 189 kr. Men við systkinaavsláttrinum á 20% kostar hon einans 120 kr.
Eru fleiri systkin limir, fæst dýrasta bókin fyri klubbaprís, og restin fæst við 20% avsláttri av klubbaprísinum.
Systkinaavslátturin fer av sjálvvirkandi, tá tvey eilla fleiri systkin eru limir.
Hesi stuðla Bókaklubbanum

Smyril Line stuðlar útberingini uttanlands og er ein umráðandi liður, sum tryggjar, at limir búsitandi í Danmark fáa bøkurnar ókeypis til dyrnar.

Føroya Banki er ein av høvuðsstuðlunum hjá Bókaklubbanum og syrgir fyri, at allir limir búgvandi uttanlands fáa bøkur sendar ókeypis.

LÍV er ein av høvuðsstuðlunum hjá Bókaklubbanum og tryggjar, at allir limir búsitandi í Føroyum fáa bøkur koyrdar ókeypis til dyrnar.