Um Bókaklubban
Í 1986 var Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags settur á stovn. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar.
Bókaklubbin er býttur í fimm bólkar:
📕Smábarnabøkur
📗Myndabøkur
📙Tekstbøkur til yngri børn
📘Tekstbøkur til eldri børn
📔Ungdómsbøkur
Gerst limur í Bókaklubbanum - og fá fyrstu bókina ókeypis! ✨
Vælkomin í Bókaklubban 🤩
Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍÐ eina bók, sum hóskar JÚST til tín.
Teknar tú barnið hjá tær, sum lim í Bókaklubbanum, fært tú fyrstu klubbabókina ókeypis. 🥳
Fyll navn, adressu og aldur á barninum inn í teigarnir HER og tit fáa eina bók sendandi.
Hesi stuðla Bókaklubbanum

Smyril Line stuðlar útberingini uttanlands og er ein umráðandi liður, sum tryggjar, at limir búsitandi í Danmark fáa bøkurnar ókeypis til dyrnar.

Føroya Banki er ein av høvuðsstuðlunum hjá Bókaklubbanum og syrgir fyri, at allir limir búgvandi uttanlands fáa bøkur sendar ókeypis.

LÍV er ein av høvuðsstuðlunum hjá Bókaklubbanum og tryggjar, at allir limir búsitandi í Føroyum fáa bøkur koyrdar ókeypis til dyrnar.