Zenobia

Bókaklubbin

80,00 kr  Spar 18,00 kr

  • Síður: 110
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Morten Dürr
  • Myndir: Lars Hornemann
  • Týðari: Oddfríður M. Rasmussen
Deil:

Zenobia er ein nemandi teknisøga um borgarakríggið í Sýria.

Ein fiskibátur, ovurfyltur við flóttafólki, hvølvist í Miðjarðarhavinum. Umborð á bátinum er gentan Amina, sum druknar saman við øllum hinum umborð. Meðan hon søkkur, verður hennara stutta lívssøga søgd í flashbacks eins og á filmi. Í skiftandi litum og ljósi verður klipt aftur og fram millum fortíð og nútíð. Millum brúna kríggið í Sýria og myrknandi bládýpið. Amina minnist, hvussu hon flýddi gjøgnum krígsherjaða Sýria saman við pápabeiggjanum, sum fær bjargar henni umborð á bátin, men sjálvur má standa eftir. Hon minnist hvussu hon elskaði at spæla gamla sýriska krígsdrotningin Zenobia.

Rithøvundin Morten Dürr og teknarin Lars Hornemann hava við ‘Zenobia’ megnað, við fáum orðum og sterkum myndum, at siga eina kensluborna og rúnarbindandi søgu.

Í sambandi við bókina fekk Morten Dürr PLCP-virðislønina (Pædagogisk Lærings Center Pris) fyri sítt virksemi sum rithøvundi.

Zenobia er ein rørandi frásøgn um kríggj, undirgang og djúpasta meingsloysi. Tá sakleysa barnið, Amina, druknar á ferð síni til tryggleika og frælsi, fær Zenobia okkum at hugsa og setir lív okkara í perspektiv. Lat okkum læra av Zenobiu og gera okkara fyri at bjarga børnum sum Aminu.” – Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya

Eg eri fullkomiliga málleys av hesi bók. Fantastisk, sjálvdan havi eg verið so rørd av eini bók. Ongantíð haldi eg.” - Lív Patursson, virkandi aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild