Yrkingar
Bókadeild Føroya Lærarafelags
177,00 kr
Spar 50,00 kr
- Síður: 397.0
- Útgávuár: 2004
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin við leysari kápu
- Rithøvundur: Christian Matras
- Myndir: Heinesen, Joensen
Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians.
Anne-Kari Skarðhamar úr Oslo, sum vardi doktararitgerð um skaldskap Christians í 2001, hevur í savninum eftirskrift um yrkingarnar og týðingarnar umframt hugleiðingar um skaldið. Anne-Kari er dr.art. og lektari á Læraraháskúlanum í Oslo. Hon hevur skrivað hópin av tekstum um bókmentir, lærubøkur um bókmentafrálæru og tvørfakliga frálæru í listalærugreinum.
Í bókini er yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, og somuleiðis eru broytingarnar, ið hava verið frá fyrstu til endaligu útgávu, skrásettar.
Gevur útgávan yvirskot, fer peningurin óskerdur í Grunn Kristjans á Brekkumørk, ið veitir sømdargávu til fólk, sum starva til frama fyri okkara móðurmál.