Ýr

Bókadeild Føroya Lærarafelags

45,00 kr  Spar 10,00 kr

  • Síður: 68.0
  • Útgávuár: 2000
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Vivian I. Guðmundsson
  • Myndir: Annika Lávík
Deil:
Høvuðspersónurin er Ýr, ein fitt 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog. Hon spælir og finnur upp á alla tíðina. Eitt kvøldi finnur pápin ein dunnuunga í garðinum, og tað dámar sjálvandi Ýr. Eina nýggja vinkonu fær hon eisini, tá ið Røskva kemur at ferðast í grannahúsunum.
Bæði pápin og stórasystur siga søgur fyri Ýr, og soleiðis verða eisini tríggjar søgur í søguni: Um vættrarnar Snurra og Vupp, um eingilin Andras, og um tá ið abbin var smádrongur.