Vitello fær ein fosturpápa

Bókaklubbin

85,00 kr  Spar 13,00 kr

  • Síður: 24
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Kim Fupz Aakeson
  • Myndir: Niels Bo Bojesen
  • Týðari: Sjúrður Gullbein
Deil:

So var Vitello endiliga aftur. Hetta er sætta bókin um dreingin Vitello, sum býr saman við mammuni í einum raðhúsum við ringvegin. Bæði børn og vaksin elska søgurnar um Vitello og tað er væl skilligt, tí søgurnar eru bæði fittar og sera stuttligar.

Ikki er tað altíð lætt at vera Vitello. Nú hevur hann sæð mammu sína standa niðri við garðin og mussa ein vilt fremmandan mann. Maðurin eitur Gregers og er skallutur.

Vitello er als ikki glaður, tí hann eigur jú longu ein pápa, sum er bæði eitt vituggi og ein supereingil.

Kamma, vinkonan, sigur, at nú fer hann at fáa ein fosturpápa, og tað hevur Vitello als ikki brúk fyri. Men so er tað tað, at Gregers eigur ein sportbil ...