Vit skuldu verið leyvur
Bókaklubbin
168,00 kr
- Síður: 142
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Line Baugstø
- Myndir: Perma: Ida Gowers Lindal
- Týðari: Sigurlaug Fossdal
Vit skuldu verið leyvur. Leyvur eru sterkar og djarvar. Tær eru floksdjór og ansa eftir hvørji aðrari. Tá ið ein leyva ýlir, hoyrist tað níggju kilometrar burturi. Soleiðis áttu vit at verið. Vit skuldu ikki latið onnur lopið ræðslu á okkum.
Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla nýggju vinkonuni?
Line Baugstø hevur við Vit skuldu verið leyvur skrivað eina aktuella skaldsøgu um kyn, samleika og rættin at velja sítt egna lív.
Bókin er ein bláur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.