Vit eru øll fødd fræls

Bókadeild Føroya Lærarafelags

92,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 64
  • Útgávuár: 2008
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin
  • Myndir: ymisk listafólk
  • Týðari: Marna Jacobsen
Deil:

10 desember í 1948 samtyktu Sameindu tjóðir Heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Heimsyvirlýsingin var eitt aftursvar til ræðuleikarnar, ið hendir vóru í seinna heimsbardaga.
Hetta skuldi ongantíð aftur henda, søgdu fólk um allan heim.

Nú 60 ár seinni er framvegis neyðugt at minna okkum sjálvi á hetta ’ongantíða aftur’.  Eisini í Føroyum verður hesin dagur nýttur at minna okkum á støðuna hjá fólki um allan heim, sum á ymsan hátt eru merkt av kríggi og vantandi rættindum.

Á 60 ára degnum kemur út myndabók um mannarættindi í myndum, sum er ætlað børnum.  Allar tær 30 greinirnar í heimsyvirlýsingini verða lýstar í myndum. Altjóða viðurkend listarfólk hava teknað, og hvør grein verður á henda hátt søgd børnum á ein einfaldan og lættskildan hátt.

Bókin er upprunaliga á enskum og er týdd til 30 mál: týskt, franskt, svenskt, finskt, danskt, norskt, íslendskt, katalanskt, baskiskt, hollendskt, føroyskt, italskt, grikskt, slovenskt, portugisiskt, serbiskt, estonskt, turkiskt, brasilskt portugisiskt, japanskt, koreanskt, afrikaanskt, xhosa, zulu, sesotho, tamilskt, kinesiskt, arabiskt og hebraiskt.

Bókadeildin og Amnesty International, Føroya deild hava samstarvað um útgávuna, alt yvirskot av sølu av rættindum fellur til Amnesty, og øll listafólk hava latið tekningar sínar ókeypis til bókina. Eisini hevur Mentamálaráðið gjørt av at geva øllum fólkaskúlum eintøk av bókini fyri at kunna allar næmingar um, at heimsyvirlýsingin um mannarættindi fevnir um okkum øll, hvar vit enn búgva, og hvørji vit eru. Hetta eru rættindi, sum vit eiga og sum ongin hevur loyvi at taka frá okkum.