Vinni vespa

Bókadeild Føroya Lærarafelags

122,00 kr  Spar 20,00 kr

Deil:

Niðri millum blómurnar í urtapottinum situr ein vespa. Ein heilt vanlig vespa við gulum strípum á kroppinum. Hon er akkurát vaknað. Hugsa tær til, hon hevur sovið allan tann langa veturin niðri í urtapottinum. Meðan tað hevur regnað og kavað, og meðan stormarnir hava ýlt, og tað hevur fryst.
Men . . . snodd. . . snodd. . . so skjótt vespan kennir angan av várinum, springur hon upp úr svøvni og er klárvakin.

Bókin lýsir á stuttligan hátt, hvussu vit ræðast vespurnar sum pestina, og hvønn týdning vespurnar hava. Ein frálík bók til tey 3-6 ára gomlu, sum læra at síggja vespuna á ein ørðvísi hátt.