Vinmenn
Bókaklubbin
- Síður: 78
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Árni Dahl, o.o.
- Myndir: Edward Fuglø
Landsfelagið í føroyskum dansi, Sláið Ring, gav í samstarv við Bókadeildina út kvæðasavnið Vinmenn í 2001. Nú gevur Bókadeildin bókina út á nýggjum. Tekningarnar hjá Edwardi Fuglø prýða framvegis bókina, og listamaðurin hevur harumframt dagført sniðið og givið bókini ein nýggjari dám. Innihaldið er tað sama og hevur somu skipan, sum tá Árni Dahl á fyrsta sinni legði bókina til rættis. Ein broyting er tó, at kvæðið Deyðastund Sigmundar, sum Jónleif Johannesen hevur yrkt, er lagt afturat.
Kvæðini í bókini eru yrkt eftir Føroyingasøgu, og eru býtt upp í fýra partar; kvæði um tíðina, áðrenn Beinir og Brestir verða dripnir, kvæði um barnaárini hjá Sigmundi og Tóri, kvæði um manndómsár Sigmundar og deyða hansara, og kvæði um tíðina eftir, at Sigmundur er deyður. Undan hvørjum kvæði er ein stutt frágreiðing um søgugongdina. Soleiðis verður lesarin kunnaður um ella mintur á, hvat er áfatt í teimum seks kvæðunum. Kvæðini í savninum eru hesi: Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Bjarnabani, Sigmunds kvæði yngra, Deyðastund Sigmundar, Leivs kvæði.