Veður og tíðindi í Føroyum

Bókadeild Føroya Lærarafelags

67,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 286
  • Útgávuár: 2003
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Petur Skeel Jacobsen/Finnbogi Ísakson
  • Myndir: Alan Brockie (ritstj.)
Deil:
Í bókini er yvirlit yvir veðrið í Føroyum í 128 ár, og lesarin kann sjálvur út frá upplýsingunum gera sær eina meting av, um nakað ella einki er í pástandinum um veðurlagsbroytingar. Her eru stormdagar, avfall, sóltímar, minsti, mesti og miðal hiti fyri hvønn mánað og hvørt ár, umframt veðurmet.
Í bókini er eisini ein tíðindapartur og ein mynd fyri hvørt árið. Teksturin er úrval av tíðindum, sum hava verið frammi nevnda ár. Tíðindini eru ikki vald eftir nakrari meginreglu, men heldur soleiðis, at okkurt áhugavert er tikið fram. Fyri hvørt árið er eisini ein mynd, sum onkursvegna eyðkennir tíðina, og í hvørjum einasta føri er eisini okkurt skrivað um sjálva myndina.