Veitslan

Bókaklubbin

102,00 kr  Spar 18,00 kr

  • Síður: 62
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Helena Bross
  • Myndir: Christel Rönns
  • Týðari: Hildigunn Niclasen
Deil:

Røðin Í skúla er um børn, sum júst eru farin í skúla og ganga í 1.flokk. Bøkurnar bjóða upp á drama, skemt, spenning og eitt sindur av kærleika. Og tað besta er, at tær snúgva seg um evni, sum bæði gentur og dreingir kenna seg aftur í – og so eru tær lættlisnar!

Skúlin verður tíggju ár, og tað skal hátíðarhaldast! Øll skulu vera í búna, og tað verður diskodansur og spæl allan dagin. Alis skal vera prinsessa, Linus skal vera Dracula og Elin eitt trøll. Maja veit ikki, hvat hon skal vera. Hon vil helst bara vera Maja.