Veiða vind
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 42.0
- Útgávuár: 2011
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin við fløgu
- Rithøvundur: Rakel Helmsdal
- Myndir: Janus á Húsagarði
Veiða Vind er stórfingið upprunaføroyskt tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal. Janus á Húsagarði hevur myndprýtt, og úrslitið er ein framúr vøkur myndabók við QR kodu, har Føroya Symfoniorkestur spælir tónleikin, og Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið.
Veiða Vind er um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, meðan stóribeiggi liggur og lesur uppá kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind.
Tónaskaldið Kári Bæk fær íblástur frá kvæðalagnum og skapar eitt frálíkt tónleikaverk, sum uttan iva fer at hugtaka bæði børn og vaksin.
Talan er um stóra innbundna myndabók í litum, 26,5 x 26,5 cm., sum er 42 blaðsíður.
Við bókini fylgir QR koda, har Føroya Synfomiorkestur við Bernhardi Wilkinson sum orkesturleiðara spælir tónleikin.