Varaprinsessa Andersen

Bókaklubbin

160,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 170
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Torun Lian
  • Myndir: Øyvind Torseter
  • Týðari: Jákup Sørensen
Deil:

Summi børn eru friðarlig, og teimum dámar ikki at tosa hart, at standa á einum palli, ella tá øll hyggja at teimum. Soleiðis er Lisa Andersen. Hon stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum flokkurin skal framføra. Tíbetur skal hon einki siga, tí hon skal bara vera afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda. Helena fær heilaskjálvta. Og Lisa, sum er varaprinsessa, noyðist at spæla prinsessa í sjónleikinum.

Bókin snýr seg um vinalag, um at vit øll eru ymisk, og so er hon so sera stuttlig.