Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm

Bókadeild Føroya Lærarafelags

177,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 198
  • Útgávuár: 2008
  • Upprunamál: týskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Jakob og Wilhelm Grimm
  • Myndir: Anastassija Archipowa
  • Týðari: Amy Tausen
Deil:

Hetta úrvalið við vakrastu og kendastu ævintýrunum hjá brøðrunum grimm hevur kenda, týska frásøgukonan, Arnica Estrel, gjørt. Við vilja tók hon tkestin, soleiðis sum hann er prentaður í heildarútgávunum í 1857, tí júst tær gomlu útgávurnar eiga tann rætta ævintýrandan.

Ævintýrini hjá brøðrunum Grimm eru líka hugtakandi nú sum fyri nærum tvey hundrað árum síðan. Áhoyrararnir sita líka bergtiknir og lurta, hvørja ferð ævintýrini verða søgd.

Henda útgávan er myndprýdd, øll sum hon er, við frálíkum, litføgrum vatnlitamyndum, fullar í smálutum. Russiska listakonan, Anastassija Archipowa, hevur málað myndirnar. Í nýggjum búna geva ævintýrini lesaranum nýggja uppliving av kendu søgunum, sum eru endursagdar í óteljandi útgávum.