Vafluhjørtu
Bókaklubbin
- Síður: 196
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Maria Parr
- Myndir: Bo Gaustad
- Týðari: Ása H. Ellefsen
Í bókini fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva. Tey gera rennistrong millum húsini, spæla annan veraldarbardaga og framføra tónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey hava sovorðin sum abban og tey at fáa skil á øllum aftur. Men hvat nú, um okkurt er, sum ongin fær skil á aftur?
Maria Parr (f. 1981) skrivar um gleði og álvara, vinalag og sorg og um longsulin eftir at vita heilt vist, at tann tú ert góð við eisini er góð við teg. Hjartanemandi!
Vafluhjørtu fekk sera góða móttøku og var í uppskoti til Brageprísin. Bókin er higartil komin út í 16 londum. Parr gjørdist kend við bókini Tonja Gliturdal, sum kom út á føroyskum í 2014, sum hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri.