Úti í rúmdini
Bókadeild Føroya Lærarafelags
86,00 kr
Spar 12,00 kr
- Síður: 52.0
- Útgávuár: 2014
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Beinta Johannessen
- Myndir: Jóannis Sørensen, Ólavur Fredriksen, Pól Jespersen og onnur
Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan og mánaferðir, sólina og sólarmyrking og mangt, mangt annað forvitnisligt.
Bókin er ógvuliga aktuell, nú vit hava sólarmyrking komandi ár; har er ymiskt forkunnugt at lesa um, tá ið sólarmyrking var í Føroyum seinast.
Pól Jespersen, sum hevur skrivað virðisløntu bókina Rúmdin, hevur verið fakligur ráðgevi.
Bókin er ein lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.