Upplivingarnar hjá John Blake: Gátan um spøkilsisskipið

Bókaklubbin

198,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 127
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Philip Pullman
  • Myndir: Fred Fordham
Deil:

Nýggjasta bókin eftir Philip Pullman - ein hin størsti søgusigari í okkara tíð - er ein spennandi teknisøga, sum er ein blandur av Tintin, Skattaoynni og sosialum miðlum.

Kom við John Blake og manningini á Mary Alice á ógloymandi upplivingar teirra, har teir ferðast á høgu aldukambunum og aftur og fram í tíð.  

Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð. John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið. Manningin roynir at fáa hana aftur í hennara egnu tíð og mugu tí sigla til eitt stað, har lív og skip verður sett í váða.

Viðurkendi Fred Fordham hevur myndprýtt. Bókin hóskar seg væl sum sjálvlestrarbók til børn 9-12 ár.