UNG: Comedy Queen

Bókaklubbin

225,00 kr  Spar 24,00 kr
  • Síður: 214
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: svenskt
  • Rithøvundur: Jenny Jägerfeld
  • Týðari: Ása Ellefsen
Deil:

YMISKT, EG MÁ GERA FYRI AT YVIRLIVA:

  1. Klipp alt hárið av.
  2. Royn ikki at taka tær av nøkrum, sum livir.
  3. Les ongar bøkur.
  4. Far bara í litføgur klæðir.
  5. Hugsa ikki ov nógv (helst slett einki).
  6. Ikki ganga túrar. Ikki fara í skógin.
  7. Ver ein COMEDY QUEEN!

Mamman hjá Sashu fekk fólk at gráta. Hon fær enn fólk at gráta, hóast hon ikki livir longur. Tí hevur Sasha gjørt ein lista. Fyri ikki at blíva sum mamman eru tað sjey ymisk ting, hon má gera. Um hon bara eydnast við tí, so kanska hitt hvørvur, tað, sum fjalir seg aftan fyri eyguni og brennur og hóttir við at trilla oman eftir kjálkunum.

 

COMEDY QUEEN er ein týdningarmikil bók og væl skrivað. Hon fær teg bæði at flenna og gráta. Eg gevi henni mítt besta viðmæli.

Sofie Eliasson, bókmentafrøðingur

 

Bókin fer til ung, sum eru 14 ár og eldri.