Um upprunan til sløgini

Bókaklubbin

160,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 60
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Sabina Radeva
  • Myndir: Sabina Radeva
  • Týðari: Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard
Deil:

”Um upprunan til sløgini” (”One the Origin of Species”) eftir
Charles Darwin kom upprunaliga út í 1859. Verkið verður mett at vera
grundarlagið undir ástøðinum um lívmenning – evolutión.


Sabina Radeva hevur bæði myndprýtt og endursagt hesa nýggju
tillagaðu útgávuna av verkinum hjá Darwin. Bókin miðlar eitt
evni, sum er fløkt, upp á ein einfaldan og forvitnisligan máta, har
hon brúkar tekst, men í stóran mun eisini myndir til at vísa og greiða frá
ástøðinum. Eisini eru upprunalig sitat ella tekstbrot hjá Darwin í
bókini, soleiðis at vit hóma tað upprunaliga verkið í hesi útgávuni.


Høvundurin býr í London, er bæði lívfrøðingur, grafiskur sniðgevi og myndprýðari. Høvundurin sigur í viðmerking í bókini: “Í hesi bók kunnu børnini læra styrkina í at eygleiða og finna út av,
hvussu forvitni um náttúruna kann hava ótrúligar uppdagingar við sær.”


Frá ótrúligum fjølbroytni til stríðið fyri at
yvirliva, frá minstu bakteriu til stóra
Lívsins træ: í hesi vøkru tillaging av kenda
verkinum hjá Charles Darwin verður
slóðbrótandi ástøðið, sum broytti heimin,
drigið fram í ljósmála:
LÍVMENNING