Tú & Tú & Tú
Bókadeild Føroya Lærarafelags
107,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 279.0
- Útgávuár: 2003
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft við klaffum
- Rithøvundur: Per Nilsson
- Myndir: Patrik Lindvall
- Týðari: Jákup í Skemmuni
Anon, Zarah og Nils. Teirra lív flættast inn í hvørt annað á spennandi og serligan hátt.
Anon, 12 ár, er nakað serligur. Í skúlanum verður hann onkuntíð happaður. Anon í bláum stivlum.
Zarah, 17 ár, vøkur sum ein prinsessa, gløgg og órødd. Ætlar í grundini at gera tað liðugt við sjeikin Viktor, men vit og kensla eru – sum so mangan – ikki samd.
Nils, 20 ár, lesur støddfrøði og hugsar nógv um lívið og deyðan. Vit liva nú. So eru vit deyð. Einki er at vera bangin fyri.