Tsatsiki og olivinkríggið
Bókaklubbin
116,00 kr
Spar 24,00 kr
Bókin er útseld
- Síður: 224
- Útgávuár: 2016
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Moni Nilsson
- Týðari: Bergur Rasmussen
Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!
Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið. Tí kanst tú hava fleiri bestu vinir? Nú má Tsatsiki fáa sínar bestu vinir at gerast vinir og samstundis bjarga olivinviðalundini. Men kanska er tað longu ov seint.