Træið

Bókaklubbin

115,00 kr  Spar 15,00 kr

Deil:

Enn einaferð hevur Bárður gjørt eina myndabók, sum á yvirflatuni sýnist rættiliga einføld, men sum kortini rúmar eina rúgvu av stuttligum og undurfullum detaljum.

'Træið' er søgan um kaninina, Bob, hundin, Hilbert og eitt træ.

Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur. Til dømis, tá ið Hilbert sigur, at hann hevur verið hinumegin træið. Og als ikki, tá ið hann sigur, at hann dugir at flúgva og hevur ferðast um alla verðina, tí Hilbert hevur ongantíð verið burtur leingi …