Tjóvanna harri

Bókadeild Føroya Lærarafelags

55,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 375.0
  • Útgávuár: 2005
  • Upprunamál: týskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Cornelia Funke
  • Myndir: Cornelia Funke
  • Týðari: Símun av Skarði
Deil:
Um børn sum ongan góðan eiga. Søgan fer fram í italska býnum Venesia; tað er vetur og bítandi kalt og børnini, sum hava skýli í einum gomlum filmshølum, noyðast at lívbjarga sær á ymsan ikki altíð lógligan hátt. Í grundini er søgan eisini um børn, sum hava onkran góðan, sum kanska ikki eru so góð við tey álíkavæl. Í Týsklandi verður rithøvundurin kallað tann týska Rowling. Sagt verður eisini, at hetta er meistaraverk, fult á hædd við skaldskapin hjá Michael Ende. Søgan er spæld á palli og varð filmatiserað í 2006.