14 ár og eldri: Tey gávaðu, tey evnaríku og eg

Bókaklubbin

225,00 kr  Spar 24,00 kr
  • Síður: 296
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: William Sutcliffe
  • Týðari: Bergur Rasmussen
Deil:

Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Og tað eráðrenn hann endar uppi á pallinum í ongum øðrum enn einari ullintari sparkidrakt ...

 

EITT FRÁLÍKA STUTTLIGT INNLIT Í TAÐ AT PASSA TIL, AT BRÓTA BURTURÚR OG AT VERA TRÚGVUR MÓTI TÍNARI EGNU VANLIGHEIT.

 

Bókin kemur til tey, sum eru 14 ár og eldri, í september.