Tá Mumbo Jumbo varð risastórur
Bókaklubbin
160,00 kr
Spar 30,00 kr
- Síður: 144
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Jakob Martin Strid
- Myndir: Jakob Martin Strid
- Týðari: Niels Jákup Thomsen
Áarrossið Mumbo Jumbo er fitti vinmaðurin hjá tí bláa fílinum Mimbo Jimbo. Ein dagin verður hann risastórur. Og tað er onki stuttligt, tí øll hini eru framvegis lítil. Og tá hann verður keddur, fær mamman ikki klemmað hann, tí hann er so alt í verðini ov stórur. Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga. Og hon býr í Sibiria, 10.000 km. burturi. Tað verður ein long, vandamikil ferð. Men hvør er Baba Jaga, og hvussu fer hon at gera Mumbo Jumbo lítlan aftur?
Ein stór og ómetaliga stuttlig søga, sum uttan iva fær alla familjuna at flenna. Væl umtókti danski rithøvundurin og myndprýðarin Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt.
Hetta hava danskir miðlar sagt um bókina:
Stuttlig og fyndug★★★★★ Trolderier
Ein fragd at kava niður í
★★★★★ Litteraturlinjer
Eitt fantastiskt visuelt úttrykk
Skemtilig, poetisk og tú verður ovfarin av henni
★★★★★★ Berlingske
Full í søtleika ... hjartanemandi
♥︎♥︎♥︎♥︎♥︎♥︎ Politiken