Summardáar
Bókadeild Føroya Lærarafelags
137,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 146
- Útgávuár: 2007
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Heine Hestoy
- Myndir: Olivur við Neyst
Jóannes fer til skips aftan á 9. flokk, sjálvt um pápin heldur vildi at hann skuldi verið farin í 10. flokk ella í studentaskúla.
Jóannes hittir Marjuna, áðrenn hann fer, og nú er ringt hjá honum at fara avstað.
Umborð á línubátinum er stravið, og longsulin og svartsjúkan níva, tá ið hann hugsar um Marjuna. Heimafturkomin kennir Jóannes seg fremmandan, hann er broyttur, og tíðin hevur ikki staðið í stað.