Stóra ævintýrbókin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

208,00 kr  Spar 40,00 kr

  • Síður: 216
  • Útgávuár: 2010
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: H.C.Andersen/Grimm/Asbjørnsen og Moe
  • Myndir: Svend Otto S
  • Týðari: Amy Tausen, Niels Jákup Thomsen, Marius Johannesen, Hervør Jákupsson, Pauli Hansen
Deil:

Ævintýrini eru úr søvnum hjá Grimm, H.C.Andersen og Asbjørnsen og Moe.
Fleiri hava áður verið á prenti, men eitt nú ævintýrið um Pannukøkuna hevur ikki verið at funnið í føroyskum ævintýrsøvnum áður.
Ævintýrið um mannin, ið skuldi halda hús hevur verið í myndabókaútgávu fyrr, men ævintýrið í hesum savninum er nú at lesa í fullum líki.
Men við ævintýrum er tað soleiðis vorðið, at tú kanst lesa tey aftur og aftur. So Reyðhúgva, mishátti dunnuungin, Tornarósa, býartónleikararnir í Bremen, bukkarnir Brúsi og øll hini kunnu lesast fyri børnum fleiri ferðir og eru líka so stuttlig hvørja ferð.
Svend Otto S hevur myndprýtt Stóru ævintýrbókina. Hon er 216 bls. og innbundin. Tað eru tey fimm Hervør Jákupsson, Pauli Hansen, Niels Jákup Thomsen, Marius Johannesen og Amy Tausen, ið hava týtt.