Sombigarðurin 7 - Upp úr kloakkini

Bókaklubbin

148,00 kr 

  • Síður: 46
  • Útgávuár: 2023
  • Upprunamál: Danskt
  • Rithøvundur: Nicole Boydt Rødnes
  • Myndir: Bodil Bang Heinemeier
  • Týðari: Silja Aldudóttir
Deil:

Eitt vandamikið sombivirus er í umferð.
Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragarðin halda sombiunum úti. Men nú eru nøkur sombi sloppin inn ígjøgnum eina kloakk, sum stendur opin. Eitt rimaverk má setast fyri kloakkina, so fleiri sombi ikki sleppa inn. Trupulleikin er bara, at kloakkin er inni hjá krokodillunum. Og tær hava etið sombi, so nú eru tær sombikrokodillur ...

Sombigarðurin er ein spennandi ræðusøga til allar sombifjepparar, og hon er løtt at lesa.

Bókin er ein reyður krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.