Sóltárini 3

Bókadeild Føroya Lærarafelags

82,00 kr  Spar 10,00 kr

  • Síður: 136
  • Útgávuár: 2010
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Josefine Ottesen
  • Myndir: Emil Landgren
  • Týðari: Karl N. Hansen
Deil:

Hon gjørdist bangin, tá ið hon hoyrdi hurðina ríkja. Visti gandakallurin longu, at hon var her uttanfyri við sóltárunum? Óttin fekk hana kortini at vága lopið niður á næsta trin. Tað gekk, og hon helt fram út av enn einum trapputrini.
 ”Píl Kubbi!” Ein rødd rungaði oman ímóti henni, og hon kendi seg næstan lamda av ræðslu. Kortini helt hon á og leyp út av triðja trininum. Men hesaferð misti hon javnvágina, og hon datt, tá ið hon bar við gróttrinið…


Tóna liggur sjúk, og so við og við skilur Píl, at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni. Tann raski sulkurin, Klumpur, lovar at hjálpa henni, og saman halda tey av stað eftir sóltárunum, sum eru tað einasta, sum kann bjarga Tónu.
 Á vandafullu ferðini ímóti torni Makarans, ivast Píl fleiri ferðir í, hvør ið er vinur, og hvør ið er fíggindi! Hví vil Klumpur so fegin hjálpa henni? Og hví má hon so avgjørt onki siga fyri nøkrum? Hví heldur lítli tøppurin Glampi á at elta hana?