Søgunámið

Bókaklubbin

150,00 kr  Spar 48,00 kr

  • Síður: 131
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Steintór Rasmussen
  • Myndir: Allan K. Davidsen, Herdis Jakobsen, Solveig Hansen, Ann-Mari Egholm, Turið Konoy
Deil:

Eitt nám kann vera holur og gongir undir jørð, har tú kanst høgga kol ella grava eftir gulli. Men tað kann eisini vera eitt stað, har tú kanst nema tær miklan vísdóm og kunnleika. Á tíni ferð ert tú komin til eitt søgunám.

ABRAKADABRA

Ein lokkandi heimur letur upp sínar dyr.

Í 16 myndprýddum søgum og ævintýrum er kanska okkurt, ið vil hugfanga teg. Tú kanst leita í tí vakra og kærleiksfulla. Men eisini í tí vandafulla og óhugnaliga. Lívið er góður og ræðandi søgur. Sum ein spennandi bók. Uttan aldursmark.