Sneisamaður
Bókaklubbin
- Síður: 30
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Julia Donaldson
- Myndir: Axel Scheffler
- Týðari: Pauli Hansen
Sneisamaður býr í familjutræ
við konu og børnum, sig so tað.
Men ein dagin, tá ið Sneisamaður fer út at renna, verður hann vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familju síni í familjutrænum. Kemur hann heim aftur til jóla? Til alla lukku fær hann hjálp frá einum heldur óvæntaðum persóni. Rørandi, stuttligi og ógvuliga sermerkti Sneisamaðurin hevur verið til stóra gleði hjá børnum kring heimin. Njót hesa klassisku søgu, sum ber upp á rím, í vøkrum nýggjum búna.
Skjótir teir flúgva ígjøgnum kavaæl,
til jólamaður sigur: „Nú er liðugt og farvæl!“
JULIA DONALDSON hevur skrivað nakrar av teimum best umtóktu myndabókunum. Hon hevur fingið MBE-heiðurslønina fyri sítt íkast til bókmentirnar og er høgt virt umboð fyri barnabókmentir og lesing.
AXEL SCHEFFLER er ein av fremstu teknarum í heiminum. Hann hevur fingið óteljandi heiðurslønir fyri sínar gløggu og stuttligu tekningar av gruffaloum og risaormum.
Aðrar klassiskar myndabøkur eftir Juliu Donaldson og Axel Scheffler:
Gruffalo
Vegaránsrottan
Gruffalodiddan
Pláss fyri mær