Skýmingarsøgur - Skýming

Bókadeild Føroya Lærarafelags

107,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 528
  • Útgávuár: 2009
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Stephenie Meyer
  • Týðari: Leyvoy Joensen
Deil:

Eg hevði aldrin hugsað serliga nógv um, hvussu eg fór at doyggja – hóast eg hevði havt alla orsøk til tess hesar síðstu mánaðirnar – men sjálvt um eg hevði hugsað um tað, hevði eg ikki ímyndað mær tað soleiðis.
Eg helt ondini og stardi tvørtur um tað langa rúmið, inn í tey myrku eyguni á veiðimanninum, og hann hugdi blídliga aftur at mær...
Sanniliga var tað gott at doyggja soleiðis: at doyggja í staðin fyri ein annan, ein eg elskaði. Stórfingið. Tað átti at verið gott fyri okkurt.

Isabella Swan flytir til Forks, ein vátan og keðiligan bý, og hon væntar sær heldur ikki annað enn regn og keðsemi. Men so hittir hon tann gátuføra Edward Cullen, og brádliga fer ein um somu tíð undursom og djúpt ørkymlandi broyting fram í lívi hennara.
Tað, Bella ikki veit, er, at jú meira hon nærkast honum, størri verður vandin fyri, at hon kemur bæði sær sjálvari og øðrum í óføri.