Skýmingarsøgur - Nýmáni

Bókadeild Føroya Lærarafelags

107,00 kr  Spar 10,00 kr

  • Síður: 553
  • Útgávuár: 2010
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Stephenie Meyer
  • Myndir: John Grant
  • Týðari: Malan Háberg
Deil:

Eg kendi tað, sum var eg fangað í eini ræðuligari marru - eini sovorðnari, har tú rennur og rennur, til lunguni eru um at bresta, men tú fært ikki kroppin at fylgja við. Beinini fluttu seg alt spakuligari, meðan eg bardi meg gjøgnum mannamúgvuna, men vísararnir á klokkuni í torninum steðgaðu ikki. Uttan miskunn mólu teir móti endanum – endanum á øllum.
Tá klokkan ringdi tíman inn, visti eg, at eg var ov sein – og eg var glað um, at okkurt, sum tysti eftir blóði, bíðaði við útjaðaran. Tí miseydnaðist hetta, kundi eg eins væl gevast at liva.

 

Fyri Bellu Swan er bara eitt í verðini, sum hevur størri týdning enn sjálvt lívið: kærleikin til vampýrin Edward Cullen. Men júst viðurskifti teirra millum er um at kosta henni lívið, og tí ger Edward av at fara frá henni og fer avstað við allari familjuni. Og heimurin hjá Bellu støkkur sundur.
Tá ið Bella umsíður kemur nøkulunda fyri seg, roynir hon at fylla tómrúmið eftir Edward út saman við vinmanninum Jacob Black, samstundis sum hon roynir at verja seg sum best móti støðugt heitari kenslunum, sum Jacob hevur fyri henni.
 

Hevði hon bara kunnað gloymt Edward …

 

STROK ummælir