Skúlabyrjan. Eg læri um ferðslu

Bókaklubbin

59,00 kr 

  • Síður: 24
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Danskt
  • Týðari: Brynhild Høgnadóttir
Deil:

Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni.

Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.

Í bókini eru nógvar ymiskar og stuttligar ferðsluuppgávur, hópin av klistrimerkjum og ein "ferðsluroynd". Harumframt er eitt ferðslu-minnisspæl, sum gevur barninum størri kunnleika um ferðslu.