Skrímslið og menniskjuni

Bókaklubbin

132,00 kr  Spar 17,00 kr

  • Síður: 166
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Mats Strandberg
  • Myndir: Sofia Falkenhem
  • Týðari: Sigrið Jógvansdóttir Hansen
Deil:

Skrímslið og menniskjuni er triðja og seinasta bók í væl umtóktu røðini eftir Mats Strandberg um Skrímslið Frank. Ein spennandi bókarøð um Frank, sum viðhvørt er ein vanligur drongur og viðhvørt umskapast til eitt skrímsl. Sum skrímsl fær Frank endiliga vinir, og teir eru eisini skrímsl. Skrímslini eru í vanda, tí menniskjuni halda, at skrímslini eru vandamikil, hóast tað ikki passar.

"Í fyrstani sá eg bara logar, sum dansaðu runt í myrkrinum. Síðani sá eg, at tað vóru menniskju, sum hildu á brennandi kyndlum. Tey vóru savnað runt um bókasavnið."

Menniskjuni verða bangnari og bangnari fyri skrímslunum. Jähkel - tannlæknin í býnum - er leiðari av einum bólki, sum lovar at loysa skrímslatrupulleikan einaferð med alla. Hjá Frank og skrímslavinum hansara hevur tað størri týdning enn nakrantíð at krógva seg og ikki avdúka sínar loynidómar. Men síðsta uppgerðin nærkast … 

 

Les eisini:
Náttarskrímslið (1) og Skrímslið í sirkusi (2).