SKOMM. Sesong 3. Ísak

Bókaklubbin

150,00 kr  Spar 70,00 kr

  • Síður: 192
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Julie Andem
  • Myndir: Julie Andem
  • Týðari: Silja Aldudóttir
Deil:

Ísak stríðist við at viðganga fyri sær sjálvum, at hann er samkyndur, og alt verður bara ein fløkja av lygnum. Men so møtir hann Even.

Norska ungdómsrøðin SKAM – á føroyskum SKOMM – er komin út í føroyskari týðing. Bøkurnar eru handritini til væl umtóktu sjónvarpsrøðina, sum varð víst árini 2015-17, eisini í føroyskum sjónvarpi. Bøkurnar eru upprunaligu handritini, sum leikritahøvundurin og leikstjórin Julia Andem skrivaði til røðina. Hetta merkir, at bøkurnar eru settar upp sum leikrit, og at vit síggja viðmerkingar hjá rithøvundinum. Eins og í sjónvarpsrøðini leggur málið í bókunum seg í stóran mun eftir at endurgeva ungdómsmál. SKOMM-fjepparar fara at kenna røðina aftur, men í bókunum er eisini eykatilfar, sum ikki var við í sjónvarpsrøðini, sum senur og samrøður, formæli, eftirmæli umframt viðmerkingarnar hjá rithøvundinum.

Røðin viðger evnið skomm í ungdómslívi í dag í sambandi við eitt nú kynsligan samleika, trúgv og sálarsjúku. Í bókunum síggja vit ljósu og myrku síðurnar í gerandisdegnum hjá ungum gentum og dreingjum, sum ganga í miðnámi.