Skammarakríggið
Bókadeild Føroya Lærarafelags
137,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 396.0
- Útgávuár: 2005
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Lene Kaaberbøl
- Myndir: Peter Madsen
- Týðari: Karl N. Hansen
Skal Drakan steðgast, skal tað vera nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico at basa Drakani er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann vinnast bert við at nýta svørð.
Bókin er um ein samleikabardaga innan í Dinu, tí hvør er hon í grundini? Umboðar hon tað góða í mammuni ella tað ónda í pápanum? Í hesari bókini verða allar gátur loystar, tó at endin als ikki er tann, vit væntaðu, men tekur okkum heldur heilt á bóli.