Salmiakk og Spøki
Bókadeild Føroya Lærarafelags
82,00 kr
Spar 10,00 kr
- Síður: 210.0
- Útgávuár: 2008
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Moni Nilsson-Brännström
- Myndir: Lisen Adbåge
- Týðari: Bergur Rasmussen
Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva.
Tað ringasta er, at hann ongan vin eigur at spæla við, og hetta ynskir hann sær allarmest av øllum. Og so ein dagin flytur Spøki inn í kamarið hjá Salmiakk, og síðan verður alt broytt, tí hann gevur Salmiakk dirvi at standa ímóti ágangi.
Hon, ið skrivað hevur bókina, hevur nógv upp á hjartað. Her verður sagt frá um happing, tunglyndi, skilnað, men eisini um góðsku og tryggleika.
Hóast evnið er álvarsamt, so er bókin ikki syrgilig, men tvørturímóti er hon á tremur við skemti, varma og klikkaðum hugskotum, og so hevur hon fitt av álvara í sær eisini.