Rýmingarnir
Bókaklubbin
160,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 142
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Ulf Stark
- Myndir: Kitty Crowther
- Týðari: Sólrún Michelsen
Abbi Gottfrid er sjúkur og innlagdur á sjúkrahúsi. Abbin hevur altíð gron, men Lítli-Gottfrid er góður við abban og sníkir seg at vitja hann, tá foreldrini ikki tíma. Saman rýma teir úr sjúkrahúsinum og út á lítlu oynna, har abbin búði, tá omman livdi, og áðrenn hann gjørdist sjúkur. Ein syrgilig og tó eisini stuttlig søga. Kendi svenski rithøvundurin Ulf Stark hevur skrivað bókina, og hetta var síðsta bókin, ið hann læt úr hondum. Myndprýðarin Kitty Crowther hevur fingið størstu virðislønina, ið fáast kann fyri skaldskap og myndprýðingar til børn, ALMA-prísin.