Rokstríðsmaðurin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

150,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 257.0
  • Útgávuár: 2013
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Annette Münch
  • Myndir: Juve Design
  • Týðari: Jón Joensen
Deil:

Rokstríðsmaðurin er ein spennandi skaldsøga um 16 ára gamla Tobias, sum stríðist ímóti øllum. Tá hann ein dagin verður niðursligin á opnari gøtu verður lívið enn meira fløkjaligt. Heima er familjan farin í upploysn. Pápin stingur av við síni nýggju unnustu, og stóribeiggin Sondri roynir at halda tað, ið er eftir av familjuni, saman. Barnaverndin hevur longu havt fund um málið og er til reiðar at koma upp í leikin.
Meðan Tobias roynir at finna teir, sum hava sligið hann niður, vevjur hann seg upp í eina fløkju av rúsevnum, harðskapi og hevndaratgerðum. Men hann hittir eisini Cato, sum lurtar eftir honum.

Rokstríðsmaðurin er ein ógvuslig og spennandi frásøgn um ein øðrvísi uppvøkstur, og um hvussu rá ungdómstíðin viðhvørt kann vera.