Robinson Kruso

Bókadeild Føroya Lærarafelags

52,00 kr  Spar 3,00 kr

  • Síður: 232
  • Útgávuár: 1990
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Daniel Defoe
  • Týðari: Sverre Patursson
Deil:
Søgan um Robinson Kruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander selkirk, sum sigldi á Kyrrahavinum og í sinnismuni kravdi at verða settur í land á eina óbygda oyggj 650 km vestan fyri Chile strond. Har var hann í fýra ár og fyra mánaðir, til hann í 1711 slapp av oynni.
Bókin kom út á føroyskum á fyrsta sinni í 1914 og er sostatt fyrsta barnabók á føroyskum máli. Bókin var tá latin skúlabørnum ókeypis frá 10 ára aldri.
Aftast í bókini er eftirmæli, har Turið Sigurðardóttir greiðir frá um rithøvundan, skaldsøguna og týðaran, eisini lýsir hon tíðina í Føroyum, tá ið bókin kom út. Vert er at minnast, at ikki var loyvt at undirvísa á føroyskum tá.