Ríman um sangfuglar og slangur
Bókaklubbin
- Síður: 546
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Suzanne Collins
- Týðari: Bergur Rasmussen
Nú byrjar eitt nýtt umfar av hungursleikum. Hetta er fyrsta bókin í nýggjum tríverki, sum gongur fyri seg áðrenn søgan um Katniss byrjaði.
Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum klønum tráði, sum ger, at Coriolanus noyðist at seta alt upp á spæl fyri at vinna í hungursleikunum. Útlitini eru sera vánalig. Hann hevur fingið ta eyðmýkjandi uppgávuna at verða vegleiðari hjá einum gentubøtara úr Sýslu 12, teirri vánaligastu sýsluni av øllum. Lagnur teirra eru nú fullkomiliga samantvinnaðar – øll val, sum Coriolanus tekur, kunnu leiða til heiður ella vanlagnu, sigur ella undirgang. Inni á valinum fer at vera ein bardagi um lív ella deyða. Uttan fyri valin byrjar Coriolanus at kenna seg drignan at sínum bøtara … og noyðist at umhugsa, um hann skal fylgja reglunum ella gera alt fyri at yvirliva uttan mun til avleiðingarnar.
Suzanne Collins er amerikanari og hevur skrivað leikir til barnasjónvarp síðani 1991. Í 2003 kom fyrsta bókin út hjá henni, og hon er vorðin serliga kend fyri tær tríggjar bøkurnar um hungursleikirnar, sum komu út á føroyskum í 2012 og 2014. Higartil hevur hon fingið trettan heiðurslønir fyri bøkurnar, og tær hava ligið í 60 vikur á listanum hjá New York Times yvir mest seldu bøkur. Filmar eru gjørdir um allar tríggjar bøkurnar. Bøkur hennara eru higartil útkomnar á 53 málum.
FRAMSÓKN DRÍVUR HANN.
KAPPING EGGJAR HONUM TIL.
MEN VALD ER DÝRTKEYPT.