Pólnátt
Bókaklubbin
180,00 kr
- Síður: 80
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Sunniva Relling Berg
- Myndir: Bjørn Rune Lie
- Týðari: Silja Aldudóttir
16 ára gamli Ilias býr í einari flóttafólkamóttøku saman við níggju ára gomlu systur síni, Amiru.
Ein dagin hendir nakað, sum ger tað vandamikið at verða verandi. Systkini noyðast at flýggja út í ta myrku náttina.
Vindurin er ísakaldur, og tey hava skund. Skjótt hoyra tey kavaskutaran, sum er eftir Iliasi. Hvør kann hjálpa teimum ígjøgnum ta frystu vetrarnáttina?
Bókin er ein bláur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.